Børn menna fatanina av sær sjálvum við, at virka saman við øðrum. At vera við, at vera ein partur av, at samstarva, at hava tað stuttligt, at undrast og fegnast.
Í góðveðrinum í dag, var Leikurin um ta væl kendu søguna, um teir báðar Lítla Klávus og Stóra Klávus, ið saman við húsdjórum, konu, ommu, tónleikara, dekni - ja øllum møguligum og ómøguligum – koma á vitjan. Har hendi nógv og áskoðararnir máttu eisini rætta teimum eina hjálpandi hond.
|