Føðingardagur:
3 mai fylla vit 13 ár og vit fara at halda hann hósdagin 4 mai J Vit byrja við morgunmati fyri starvsfólkum og børnum kl 10 har vit fara at syngja føðingardagssangir fyri stovninum og fyri Markus í Spíranum ið verður 8 ár og Fríða í Ælabogastovuni ið verður 5 ár hendan dagin. Eisini verður okkara nýggja búðmerkið avdúkað. Frá kl 15 bjóða vit foreldrunum og syskjum til franskar hotdogs og vinarbreyð og kaffi omaná. Vónandi verður veðrið nøkunlunda so vit kunnu tendra grilluna. 24 mai verður tann afturvendandi 112 dagurin. Í ár verður hann á Oyrabakka og er hann fyri tey minstu í Spíranum. Kunning um dagin hongur á talvuni hjá Spíranum. Í viku 22 fara børn og vaksin í Spíranum til Kallsoynna. Vit fara at vitja Kópakonuna og síðani norður til Trøllanes at vitja Gyðju . Vit eta matpakkan í summarhúsinum hjá Hervør og teimum. Tit fáa bræv um hetta tá tað nærkast. Minnist til at lata feriuseðilin inn, innan 2 mai. 31 mai er seinasti hósdagur í mai og er tí matdagur. Vit fáa breyð og ymiskan føroyskan viðskera og er veðrið gott, fara vit niðan á Rishellu at eta. Veðrið er gott og vit eru nógv úti. Haldi eyga vit at børnini hava nokk av skiftiklæðum. Frídagar: 10 mai Kristi himmalferðardagur 21 mai 2.hvítusunnudagur |