Vika 21 er útivika í Sunda kommunu og vit fara sjálvandi at gera eitt sindur burturúr.
Mánadagur: Rørsludagur. Vit fara at gera sansabana í garðinum, spæla ymisk rørslu og sangspøl o.a motoriskt Týsdagur: Hjóldagur. Børnini eru vælkomin at hava okkurt á hjólum við á stovnin. t.e súkklu, rennifjøl, rulluskoytur v.m Minnist til at hava hjálm við. Mikudagur: Vatnkríggj Børnini eru vælkomin at hava vatnrevolvarar o.a. við og minnist til skiftiklæðir. Hósdagur: Útferð. Vit fara niðan í hagan við matpakka. Er veðrið gott (sum vit vænta) so fara vit at vassa í ánni (vøggustovurnar hava sína egnu skrá hendan dagin). Fríggjadagur: Útidisko. Vit fara at koyra tónleik foorr frá í garðinum og dansa og hugna okkum og so fara vit at grilla J Vika 21 er eisini matvika. Hesaferð ynskja vit 50,- frá hvørjum barni |