11. sept kl 19 til 21 verður foreldrafundur. Hervør fortelur hvørjar planir ið vit hava fyri stovnin komandi mánaðarnar. Síðani verður val til foreldraráðið og ein kaffimuður og síðani kemur Jóhanna á Tjaldrafløtti at fortelja um tann góða matpakkan og tann góða millummálan og hvønn týdning tað hevur at leggja góðar matvanar í børnini so týðliga sum møguligt.
20. sept fara vit nord á kampingplássið í náttúrulundina við brúnna við streymin at hugna okkum. Vit fara at renna stafett, hoppa í hoppuborgunum og annars at spæla saman. Hetta er ein partur av implementeringina av "Betri vinir" átakinum og mentanarvikuni í Sunda kommunu. 25. sept er matdagur, so ongan matpakka. 15 okt hava vit ráðleggingardag. Tá er stovnurin stongdur. |