So var heystið her :) Sjálvt um tað virkar sera stutt síðani at tað var summar, so er tað altíð spennandi við heystinum. Flettingin er á skrá og hvør veit, kanska fara vit at síggja eitt kavaføvl eisini.
Sum sagt, so fer slaktið at fylla eitt sindur hjá okkum, bæði í talu og gerð. Spírin fer oman á Krás at hyggja ímeðan tey taka sundur. Tað gleða vit okkum til. Tað er eisini so stuttligt at sleppa í frakkan, keppin og skóleistarnar ið øll mugu fara í áðrenn man sleppur inn á Krás. Onkrar myndir vera allarhelst at síggja aftaná. Á foreldrafundinum vóru fleiri ið ynkstu at stovurnar niðrið undir, fóru undir aftur at hava matviku.Tað er øgiliga langt síðani seinast. Tað taka vit sjálvandi til okkum og í oktobur verður matvikan í viku 41. Ein listi hongur á talvunum í gongini í Ælabogastovuni og Spíranum, har tit kunnu skriva tykkum upp, hvat í tit skulu hava við. Í Mánastovuni gera tey sum tey plaga, 50,- við, og so keypa starvsfólkini inn. Mánadagin 15 okt hava vit stongt, vegna ráðleggingardag. Hetta er mánadagurin í heystferiuni. Um títt barn hevur frí í heystferiuni, vinarliga sigi okkum frá. Annars eru vit so spakuliga farin í gongd við Betri Vinir. Tað byrjar at síggjast á stovninum og tað verður enn meira sjónligt sum tíðin líður. Hava tit nakrar spurningar til hetta, so haldi tykkum ikki aftur, spyrji endiliga. Sum sagt í byrjanini so gerst kaldari, so deiligt vildi verið um tit tjekkaðu plássini javnan. Nógv skiftiklæðri og eisini heitari klæðir.. |