Broyttar upplatingartíðir
Vit hava broytt upplatingartíðirnar. Frá 1 nov. lata vit upp kl 07.00, tvs vit hava opið frá 07.00 til 17.00 Ráðleggingardagurin Sum kunnugt so verður ráðleggingardag týsdagin 7 nov. Dagurin verður hildin í Løkshøll saman við hinum dagstovnunum í Sunda kommunu og teimum flestu í Eysturoynni. Vit verða út við 300 fólk. Tað verður Connie Nissen ið er barnaergoterapeuter ið kemur at hava dagin saman við okkum. Evnið ið hon kemur at tosa um, hongur uppi á uppslagstalvuni :) Jólahaldið Í ár verður jólahaldið við Stórheygg fríggjadagin 24 nov. frá 15.00 til 17.00. Vit fara at gera jóladekoratiónir, klippa o.a. Eisini verður sangur og Lusiagongd. Okkurt forkunnugt verður eisini á skránni, men tað lata vit liggja beint nú ;) Spennandi…. Jólaheftið hjá okkum “Jól við Stórheygg”er í gerð,og verður tøkt áðrenn jólahaldið. Matdagur Matdagur verður aftur hósdagin 30. nov. Tá bjóða vit pita breyð við alskins grønmeti |