Vika 21 er útivika í Sunda kommunu og vit fara sjálvandi at gera eitt sindur burturúr.
Mánadagur: Rørsludagur. Vit fara at gera sansabana í garðinum, spæla ymisk rørslu og sangspøl o.a motoriskt Týsdagur: Hjóldagur. Børnini eru vælkomin at hava okkurt á hjólum við á stovnin. t.e súkklu, rennifjøl, rulluskoytur v.m Minnist til at hava hjálm við. Mikudagur: Vatnkríggj Børnini eru vælkomin at hava vatnrevolvarar o.a. við og minnist til skiftiklæðir. Hósdagur: Útferð. Vit fara niðan í hagan við matpakka. Er veðrið gott (sum vit vænta) so fara vit at vassa í ánni (vøggustovurnar hava sína egnu skrá hendan dagin). Fríggjadagur: Útidisko. Vit fara at koyra tónleik foorr frá í garðinum og dansa og hugna okkum og so fara vit at grilla J Vika 21 er eisini matvika. Hesaferð ynskja vit 50,- frá hvørjum barni 4. Føstulávintshald 5. Konsert í skúlanum (Ælabogastovan og skúlabólkurin fara á konsert í skúlanum kl 10.30) 11.-14. Matvika 12. Grækarismessa ( vit fara at leita eftir tjøldrum) 15. Ráðeggingardagur (vit hava stongt) 21. Altjóða Down syndrom dagur ( vit seta fokus á Down syndrom dagin við at mála neglirnar bláar og tosa um hvat down syndrom er) 28. Matdagur 29. Biografur í Miðstovuni Evnið hendan mánaðin er “Hvør eri eg?” So var heystið her :) Sjálvt um tað virkar sera stutt síðani at tað var summar, so er tað altíð spennandi við heystinum. Flettingin er á skrá og hvør veit, kanska fara vit at síggja eitt kavaføvl eisini.
Sum sagt, so fer slaktið at fylla eitt sindur hjá okkum, bæði í talu og gerð. Spírin fer oman á Krás at hyggja ímeðan tey taka sundur. Tað gleða vit okkum til. Tað er eisini so stuttligt at sleppa í frakkan, keppin og skóleistarnar ið øll mugu fara í áðrenn man sleppur inn á Krás. Onkrar myndir vera allarhelst at síggja aftaná. Á foreldrafundinum vóru fleiri ið ynkstu at stovurnar niðrið undir, fóru undir aftur at hava matviku.Tað er øgiliga langt síðani seinast. Tað taka vit sjálvandi til okkum og í oktobur verður matvikan í viku 41. Ein listi hongur á talvunum í gongini í Ælabogastovuni og Spíranum, har tit kunnu skriva tykkum upp, hvat í tit skulu hava við. Í Mánastovuni gera tey sum tey plaga, 50,- við, og so keypa starvsfólkini inn. Mánadagin 15 okt hava vit stongt, vegna ráðleggingardag. Hetta er mánadagurin í heystferiuni. Um títt barn hevur frí í heystferiuni, vinarliga sigi okkum frá. Annars eru vit so spakuliga farin í gongd við Betri Vinir. Tað byrjar at síggjast á stovninum og tað verður enn meira sjónligt sum tíðin líður. Hava tit nakrar spurningar til hetta, so haldi tykkum ikki aftur, spyrji endiliga. Sum sagt í byrjanini so gerst kaldari, so deiligt vildi verið um tit tjekkaðu plássini javnan. Nógv skiftiklæðri og eisini heitari klæðir.. 11. sept kl 19 til 21 verður foreldrafundur. Hervør fortelur hvørjar planir ið vit hava fyri stovnin komandi mánaðarnar. Síðani verður val til foreldraráðið og ein kaffimuður og síðani kemur Jóhanna á Tjaldrafløtti at fortelja um tann góða matpakkan og tann góða millummálan og hvønn týdning tað hevur at leggja góðar matvanar í børnini so týðliga sum møguligt.
20. sept fara vit nord á kampingplássið í náttúrulundina við brúnna við streymin at hugna okkum. Vit fara at renna stafett, hoppa í hoppuborgunum og annars at spæla saman. Hetta er ein partur av implementeringina av "Betri vinir" átakinum og mentanarvikuni í Sunda kommunu. 25. sept er matdagur, so ongan matpakka. 15 okt hava vit ráðleggingardag. Tá er stovnurin stongdur. Summarferia
So var summarferian her. Í ár verður summaransingin hjá okkum og hon verður frá 29 til 32, báðar vikurnar íroknaðar. Vit gleða okkum at taka ímóti børnum og starvsfólkum úr dagstovninum í Hvalvík og á Oyrabakka hesar vikurnar. Vit fara heilt sikkurt at fáa nakrar góðar vikur saman. Tá ið vit byrja aftur við fullari kraft, t.e áleið 13. August verða onkrar broytingar í starvsfólkahópinum á stovninum. Í Mánastovuni vera Kristina, Marianna og Súnhild, tað vil siga at ongin Sissal verður at síggja. Vit vilja takka Sissal so mangar ferðir fyri hennara tíð her hjá okkum, vit hava verið sera heppin at havt hana her. Vónandi fara vit at síggja hana einaferð í frammtíðini aftur her sum starvsfólk hjá okkum. Í Ælabogastovuni vera Poula og Birna. Vinny er farin í annað starv og vit vilja eisini takka Vinny fyri hennara tíð hjá okkum. Vit fara alvorliga at sakna hana og ynskja henni alt tað besta í frammtíðini. Í Spíranum vera Emly, Lív og Bjørg. ForSpírabørnini verða ein partur av Ælabogastovuni um morgunin, eta matpakkan í Miðstovuni og fara so í Spíranum seinnapartin. Vit ynskja tykkum øllum eina frálíka summarferiu og gleða okkum til eitt gott og mennandi heyst :) Kunningarskriv juni
8 juni fara vit útferð J Les meira um tað undir nýggjasta... Burtursæð frá útferðina 8 juni, verður onki planlagt á skránni í juni. Tað merkir tó ikki at vit fara at sita pinnastill á stovninum ;) Vit fara óivað at gera nógvar spontanar túrar og tí er sera týdningarmikið at børnini hava nokk av skiftiklæðum. Eisini er gott um børnini hava matpakka ið er nemmur at hava við tá vit fara. Tvs. Onki ið skal í mikroovnin :) 30 juni er seinasti dagur hjá 3. Flokks børnunum. Vit fara at sakna tey alvorliga nógv :( Vónandi hava tey fingið nógvar góðar, mennandi og minnisríkar løtur í Spíranum. Vit takka mangar ferðir at vit hava verið so heppin at havt tey her hjá okkum og ynskja teimum alt tað besta og blíðan byr í frammtíðini. Minnist til at smyrja børnini við sólkrem áðrenn tey koma um morgunin. Vit smyrja tey ígjøggnum dagin. |