Tað er umráðandi fyri okkum, at stovnurin er eitt mennandi stað hjá bæði børnum og vaksnum og at vit øll trívast saman. Hetta, so at:
- Vit kenna okkum vælkomin og trygg og
- Vit merkja, at onnur eru góð við okkum
- Vit verða vird fyri tað, sum vit eru og kenna, at ymisku tørvir okkara í mest møguligan mun verða nøktaðir
- Vit kenna, at vit eru ein av mongum við felags upplivingum og royndum, s.s. gongutúrar, náttúruupplivingar, felags sangur (samling) og alt møguligt annað
- Vit fáa rørsluliga menning við at spæla úti á spæliplássinum og í náttúru okkara
- Vit brúka nærumhvørvi og læra bygd okkara at kenna við m.ø. hagatúrum, fjørutúrum og túrum til ymiskt virksemi í bygdini
- Vit syngja, ríma, ramsa, lesa søgur, fjanta og fjasa
- Vit hava fastar siðir, sum vit eru glað fyri, so sum jól, páskir, føstu, pyjamasparty, ommu- og abbadagar, garðdagar, hugnadagar saman við foreldrum o.ø.
- Vit nema okkum kunnleika við handaligum virksemi sum at mála, baka, klippa, klistra, roksa við gandadeiggi og alt møguligt annað
- Vit stimbra forvitni og hugflog okkara
- Vit verða stuðlaði í at taka avbjóðingar á okkum
- Vit hava pláss til at spæla og at finna nýggjar vinir
- Starvsfólkini stremba eftir, at børnini eru saman við vaksnum, sum vísa umsorgan, eru ansin og áhugaði. Hetta gevur børnunum eina kenslu av tryggleika.