Jólahald við skattaveiðu, døgurða og undirhaldi. Á stovninum hava vit fleiri siðir og tiltøk, sum vit eru sera góð við. Jólahaldi er ein av hesum siðum, tó eitt sindur øðrvísi í ár. Børn og vaksin hugnað sær óført við skattaveiðu og døgurða í bygdarhúsinum.
0 Kommentarer
Við at síggja og vera partur av gerandislívinum læra vit veruliga lívi at kenna.
At síggja tað, sum fer fram í lokala samfelagnum ger okkum tilvita um okkara samleika. Sesilia og Katrin hava teknað seg sjálvar á vegin :) Klæðini ið tey hava tekna, ynskja tær at onkur omma ella mamma fer at binda/seyma til tær :)
Ranja bjóðaði børnunum í flokkinum til FK í Hoyvík, har mamma hennara arbeiðir :) Tað var ein orduliga góður dagur. Tey gjørdu ommukrem, sum tey bjóðaðu smakkiroyndir til kundarnar, gjørdi pitsa og mangt mangt annað. Ein sera góður dagur ið vit takka so mangar ferðir fyri :)
Í dag vóru vit og vitjaðu á Krás. Tað var sera spennandi. Vit sóu hvar tey gjørdu livurpostaj, rullupylsu og so sóu vit eisini mennirnir fletta. Eitt orduligt upplivilsi
Mikudagin 7 februar vóru vit so heppin at sleppa til Runavíkar at hyggja eftir Klintrimús og vinum. Tað var ein góður dagur
Fríggjadagin 2 februar fóru øll børnini í Spíranum niðan til Emly at hyggja eftir filmi og hugna sær :)
|