• Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv
VIÐ STÓRHEYGG
  • Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv

Barsilsstarv á Dagstovnin við Stórheygg 

Ein av okkara námsfrøðingum fer í barnsburðarfarloyvi, og tí søka vit eftir einum námsfrøðingi til starvi hjá henni í vøggustovuni frá 1. mars 2021 til 30. apríl 2022.

Tímir tú væl at fjanta og fjasa? Ert tú við upp á tað og hevur stutt frá tanka til handling? Og tímir tú væl at lurta eftir børnum og taka tað í álvara, sum tey siga? So er tað kanska tær, vit leita eftir!

Vit eru ein lítil, heitur stovnur mitt í bygdini í Hósvík, við vøggustovu, barnagarðsstovu og eini frítíðarskúlastovu. Uttanfyri liggur helst besta garðurin í heiminum. Ein garður, sum samstundis er hagi við eini á rennandi mitt í gjøgnum. Fjøran liggur beint niðanfyri og elska vit at brúka hesar náttúruperlur í gerandisdegi okkara saman við børnunum. Á stovninum starvast ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum.

Send okkum eina umsókn áðrenn 8. februar 2021.
Hevur tú spurningar, ring til Jónu, leiðara, á telefon 297255 ella Bjørg, varaleiðara, telefon 297252.
Vit gleða okkum at frætta frá tær!
Setanardagur er 1. mars 2021 ella eftir nærri avtalu.

Tímatalið er 30 tímar um vikuna, tó er møguleiki fyri fleiri ella færri tímum.
Arbeiðstíðin er ímillum 7:00 - 17:00

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í staðin.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
​
Umsókn Saman við møguligum prógvi, viðmælum og upplýsingum um royndir, verður sent til storheygg@sunda.fo  ella Dagstovnurin við Stórheygg.  Áarvegur 1. 420 Hósvík  
Billede

Leyst starv

Námsfrøðing til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
 
Hevur tú eitt brennandi ynski at arbeiða við børnum 0-10 ár? So er tað kanska tær vit leita eftir.
 
Vit eru ein lítil, heitur stovnur mitt í bygdini í Hósvík, við tveimum vøggustovum, eini barnagarðsstovu og eini frítíðarstovu. Uttanfyri liggur helst besti garður í heiminum. Ein garður, sum samstundis er hagi við eini á rennandi á mitt ígjøggnum. Fjøran liggur beint niðanfyri og elska vit at brúka hesar náttúruperlur í gerandisdegi okkara saman við børnunum.
 
Á stovninum starvast í løtuni 4 námsfrøðingar og 6 hjálparfólk. Ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum.
 

 
Her er altíð pláss fyri dugnaligum námsfrøðingum. Kom og vitja, ring ella send okkum ein mail, so hyggja vit eftir hvussu og hvar tú kemur at starvast. 

 
Er hetta nakað fyri teg? Skunda tær at seta teg í samband við okkum. 
Hevur tú spurningar, ring til , Jónu leiðara, á telefon 297255 ella Bjørg, varaleiðara, á telefon 297252.
 
Vit gleða okkum til at frætta frá tær!
 
Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 1
Hósvík
storheygg@sunda.fo
 
Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  


Upplatingartíðir

Mán-Frí: kl. 07:00-17:00
  • Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv