Í løtuni fyrireikar Sunda kommuna, hvussu vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar lata upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast. Givið er at virksemi á dagstovnum okkara, ta fyrstu tíðina, ikki fer at vera heilt tað sama sum undan corona-smittuni. Fleiri serlig tiltøk vera galdandi og ymsar ásetingar fara at vera settar á stovnunum, smittuverjandi tiltøk skipað samsvarandi teimum tilmælum, sum heilsumyndugleikar okkara hava ásett, og sum fara at vera galdandi í eina tíð framyvir. Í eini byrjandi tillagingarstøðu, eisini ansingardegnum viðvíkjandi, er tað av týdningi, at stovnsleiðslurnar fáa at vita hvussu nógv børn koma í ansing, - hvørjar dagar og nær á degnum. Heitt verður tí á øll foreldur, sum ætla at lata barn sítt á dagstovn í viku 17, um beinanvegin og í seinasta lagi hósdagin 16. apríl 2020 kl. 18.00, at boða dagstovninum frá, um tey hava tørv á, at barn teirra kemur á stovn í næstu viku, tvs. tíðarskeiðið 20.-24. apríl. Tilmelding fer fram við at ringja til leiðaran á dagstovninum har barn títt gongur. Tilmelding til Dagstovnin á Flatinum, ring til Rosu, tlf.: 297247 Tilmelding til Dagstovnin við Kráir, ring til Unn, tlf.: 297235 Tilmelding til Dagstovnin við Stórheygg, ring til Hervør, tlf.: 297255 Nýggj tilmelding verður gjørd fyri tíðarskeiðið 27. apríl-1. mai 2020. Kunnað verður um tað seinni. |
Savn
November 2020
|