SUMMARFEST VIÐ STÓRHEYGG Fríggjadagin 28 juni bjóða vit allari familjuni til summarfest við Stórheygg. Vit fara at grilla, spæla, hoyra tónleik, kappast og mangt annað. Skráin verður áleið hendan: 14.00 Vit lata portrið upp 14.15 Rani spælir tveir sangir 14.30 Vit spæla og hugna okkum 15.00 Vit grilla búffar við øllum góðum tilhoyri 15.30 Anette syngur Hósvíksvalsin, Rani spælir undir Halbjørg skipar ”Burtur av heiði” 15.45 Kappingar og spøl og kaffi afturvið 17.00 Vit lata portrið aftur og ynskja gott vikuskifti Hjartaliga vælkomin <3 Í dag fóru vit so hugagóð oman á trýkantin at eta millummála. Vónin hjá okkum var at síggja tá Elmar Ósa, saman við nøkrum rynkum, kom súkklandi frammvið. Vit høvdu útgjørt okkum við føroyskum fløggum, so vit kundi vinka tá teir struku frammvið. Meiningin var at teir skuldu verða her ímillum 14 og 15, men tá klokkan nærkaðist 16.30, fóru vit niðan aftur í barnagarðin, uttan at hava verið vitnið til bragdið. Vit høvdu eina deiliga løtu allíkavæl.
Veðrið var kanska ikki av tí allarbesta tá vit settu kósini norður til Nesvíkar, men lagið var gott og vit vóru væl ílætin,so tað var líka mikið.
Tá vit komu har til, fóru vit at spæla eina løtu áðrenn vit skuldu eta matpakka. Spæliplássið er væl útgjørt og so hava tey eina STÒRA hoppipútu eisini, har fingu vit fleiri tímar at ganga. Ímeðan vit ótu matpakkan, kom Danny, frá Danny and the Veetos, at syngja saman við okkum. Aftaná skrivaði hann autografar og onkur fekk tikið mynd saman við honum eisini. Aftaná sloppu Spírabørnini at rógva í hylinum. Tað var ársins hjá teimum. Kl 13 komu nakrir EB-streyma leikarar at spæla bólt við okkum og løtu seinni kom bamsuvinurin at vitja. Áðrenn vit vistu av, var klokkan 15 og foreldrini byrjaðu at koma til kaffi og kaku. So skjótt gongur tíðin tá man hevur tað stuttligt....Ein deiligur dagur í Nesvík var at enda komin. Síðsta ár royndu vit fyri fyrst fer at gera ein felags dag fyri allar tríggjar stovnarnar í Sunda Kommunu. Tað riggaði so sera væl, at vit hava valt at endurtaka sukseðina J
SO fríggjadagin 7 juni gongur leiðin aftur til Nesvíkar. Børnini skulu hava ein góðan matpakka, ein vatndunk og skiftiklæðir við. Hetta skal vera í einum ryggsekki og tað er til sera stóra hjálp, um navn er á øllum. Vit fara úr Hósvík í egnum bilum kl. 10 Kl. Áleið 12 fáa vit av Danny, úr Danny and the Veetos á vitjan. Hann kemur syngja fyri og saman við okkum. Frá kl. 15 til 16.30 bjóða vit til foreldrakaffi í Nesvík Vit vóna at veðrið verður gott, tí ætlanin er at vera úti allan dagin. ùtiumstøðurnar eru sera góðar í Nesvík Ynskiligt er at børnini blíva heintaði har. Sigi frá um tað ikki ber til. Vinarliga Hervør Tlf. 297255 |
Savn
November 2020
|