• Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv
VIÐ STÓRHEYGG
  • Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv

UPPSLAGSTALVAN

Sunda kommuna við í slóðblótandi námsfrøðiligari verkætlan

9/15/2020

 
​​Í endanum av september 2020 fer ein námsfrøðilig verkætlan av bakkastokki, ið verður framd av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Vága kommunu, Eiðis kommunu, Sunda kommunu og Nes Kommunu.
Verkætlanin hevur sum endamál at økja dygdina á námsfrøðiliga arbeiðinum í dagstovnunum í luttakandi kommunum. Í stuttum er uppskriftin, at ein granskari og tríggir dagstovnar stovna eitt Professionelt Námsfrøðiligt Netverk.
Frá hvørjum dagstovni luttaka ein leiðari og tveir námsfrøðingar í einum netverksbólki; luttakandi fólkini í netverksbólkinum hava til uppgávu at seta átøk í verk í einstøku dagstovnunum. Netverkið er avmarkað í tíð. Netverksbólkurin møtist fýra ferðir (umleið tríggjar tímar hvørja ferð); hvørja ferð er ein skrá, ið skal facilitera at í seinasta enda verða námsfrøðiligar betringar framdar í dagstovnunum. Hesar betringar skulu standast av, at netverksbólkarnir arbeiða saman við at finna nakrar felags námsfrøðiligar aðalreglar, sum skulu roynast av í verki.
Hesar námsfrøðiligu aðalreglar skulu vera eitt svar uppá eina konkreta avbjóðing, ið einstaki dagstovnurin stendur í, t.d. hvussu møta vit mammum úr øðrum londum, hvussu skapa vit eitt tilboð til børn ið hava fingið staðfest ADHD, hvussu læra vit børn at handfara ósemjur ella hvussu økja vit orðafeingið hjá dreingjum í aldrinum 3-5 ár.
Longi hevur verið arbeitt í londunum rundanum okkum við einum líknandi skipan, ið nevnist ein Professionellur Lærandi Felagsskapur – mest í skúlum, men eisini í dagstovnum. Seinastu fimm árini er skjøtil síðani settur á at stovna hesi Professionell Námsfrøðilig Netverk innan skúlaøkið, men onki serligt er enn gjørt við dagstovnar.
Harvið vera hesar kommunurnar í Føroyum saman við námsvísindadeildini nøkur av teimum fyrstu í heiminum, ið royna skipanina við Professionellum Námsfrøðilig Netverkum av í verki í dagstovnahøpi.
 
Verkætlanarleiðari er Jóhannes Miðskarð, Phd og Adjunktur á Námsvísindadeildini.
 

    Savn

    November 2020
    September 2020
    August 2020
    Maj 2020
    April 2020
    Marts 2020
    Oktober 2019
    August 2019
    Juni 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017


Upplatingartíðir

Mán-Frí: kl. 07:00-17:00
  • Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv