• Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv
VIÐ STÓRHEYGG
  • Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv

UPPSLAGSTALVAN

Jólini 2017 við Stórheygg

11/23/2017

 
Billede

Jólahaldið við Stórheygg verður fríggjadagin 24 novembur frá 15.00 til 17.00
 
Vit byrja tó eitt sindur áðrenn,  tí klokkan 13 fáa vit vitjan av Julius og Rógva. Rógvi fer fortelja okkum søgur og so fer hann eisini at ganda.   Vinmaðurin hjá Rógva ið eitur Julius, er jólamaður, so hvør veit, kanska hann hevur onkran pakka við til okkum. Vit gleða okkum í øllum førum

 Julius & Rógvi á Facebook
​

Eins og í fjør, verða stovurnar umskapaðar til verkstøð. Í mánastovuni og Ælabogastovuni gera vit stjørnur og klippa jólaprýðið og í Spíranum og verkstaðnum uppi á, gera vit jóladekoratiónur. Tit eru vælkomin at hava undirlag við. Inni á hvørrjum verkstaði bjóða vit kaffi/te/jólabrús, karamellur, mandarinur og holukøkur.
 
Skráin:
15.00 Verkstøðini lata upp
15.30 Lusia
15.45 Kristian Martin spælir Bjølluljóð á horn 
16.00 Børnini í Ælabogastovuni  syngja
17.00 Vit takka fyri og ynskja gott vikuskifti

Hetta eru sangirnir ið Børnini í Ælabogastovuni fara at syngja til jólahaldið.

 
Ein lítil fittur vættur
Ein lítil fittur vættur býr í gamla fjósinum                                                
”bummelumm” 
Ein  lítil fittur vættur býr í gamla fjósinum
Hann hoppar og hann dansar runt
hann etur greyt tí tað er sunt
​Ein lítil fittur vættur býr í gamla fjósinum                                                                     

 
 
Lítla fitta nissa mín
 
Lítla fitta nissa mín,
Tú skalt fáa greyt í trygil tín.
Jólagreyt við mandlu í,
Ja, so oysa vit uppí
 
Mandlan melur bert í kring,
Melur runt í greytinum í ring,
Hvar man mandlan vera nú,
Nissa mín hvat heldur tú?

​Jólini  við Stórheygg:
24 nov Jólahald fyri børn og foreldur
12 des Vit baka piparnøtur
13 des Lusiadagur
15 des Jólaborðhald fyri børn og vaksin í barnagarðinum
20 des jólaguðstænasta, vit eta rísingreyt aftaná


Billede
Ælabogastovan
Í Ælabogastovuni er Ninus afturíafturkomin. Hann fer, eins og undanfarin ár, at koma heim við børnunum at vitja og hann hevur dagbókina við, ið tit so skulu skriva í  og ein lítlan pakka. Listin hongur í Ælabogastovuni.                                                                                  Tað hoyrist at jólamaðurin er sæddur niðrið við neystið á sandi, so tað fara vit heilt sikkurt at kanna, ofta :)
 
Spírin
Aftur í ár verður  jólakalendari í Spíranum. Hvønn dag í des fara vit at hugna okkum í Jólaverkstaðnum, har vit fara at lurta eftir søgu, syngja og ikki minst, hyggja hvat er aftanfyri lúkuna. Annars verður mánaðurin fyltur við ymiskum kreativum m.a.  gera jólaprýði, bomm v.m                                                                    
Kanska verður onkur túrurin gjørdur oman í  Jólaneystið eisini.

 
 
Mánastovan
Mánastovan hevur fingið jólakalendara. Aftanfyri fyri lúkurnar goymir seg ein fitt søga hvønn morgun.
Jólahúsið í garðinum er blivið so hugnaligt. Vit hava hoyrt at jólamaðurin onkuntíð fer at leggja ymiskt gott inn í húsið til okkum, serliga um vit syngja ein fittan jólasang
Santa Lusia
 
Køvandi myrk er nátt
Lurta hoyr sangin
Missir tú mál og mátt
Ljós sum av veingjum
Tá inn um duragátt
Stígur á hesu nátt
Santa Lusia, Santa Lusia
 
Náttin er myrk og long
Stilli um tún og garð
Alt liggur deytt og kvirt
Skuggar um djúpan dal
Tá inn um durin vár
Stígur við ljós í hár
Santa Lusia, Santa Lusia 
Billede
Vit hava stongt frá 23 desembur til 2 januar

Frá 1 nov 2017 lata við upp kl 07.00

11/6/2017

 

    Savn

    Marts 2021
    November 2020
    September 2020
    August 2020
    Maj 2020
    April 2020
    Marts 2020
    Oktober 2019
    August 2019
    Juni 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017


Upplatingartíðir

Mán-Frí: kl. 07:00-17:00
  • Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv