• Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv
VIÐ STÓRHEYGG
  • Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv

UPPSLAGSTALVAN

DESEMBUR VIÐ STÓRHEYGG

11/29/2018

 

Jólahaldið við Stórheygg verður fríggjadagin 7 desember frá 15.00 til 17.00
 

Desembur við Stórheygg
:
3. des. Jólatræið verður tendra
7. des Jólahald fyri børnum og foreldrum
13. des Lusiadagur
14. des Jólaborðhald
20. des Jólaguðstænasta
 
3 des. Verður jólatræið við Stórheygg tendra. Vit fáa bollar heitt kaka við róma og krossa fingrar fyri at tað verður kavi.
 
Jólahaldið við Stórheygg verður 7 des. Vit byrja við morgunmati kl 9.30 og kl 11.30 fáa vit vitjan av Rógva og Julius.                       Frá Kl 15 bjóða vit foreldrunum til okkara jólaverkstøð. Vit fara at klippa, gera jóladekoratiónir, stjørnur og annars hugna okkum saman.                                                                                                                                                                                                            Vit bjóða holukøkur, karamellir, mandarinir, kaffi, the og saft. 
Børnini ganga lusia og syngja.
Kl 17 bjóða vit hvørjum øðrum gott vikuskifti.


 13 des er Lusia dagur. Vit fara ein túr runt í bygdini at ganga, um veðrið verður nøkunlunda.
 
Fríggjadagin 14 des bjóða vit børnum og vaksnum í barnagarðinum, jóladøgurða. Vit fáa fleskasteik við øllum lekkrum tilhoyri og rísalamande omaná og  hvør veit, kanska onkur mandla verður í. Børnini eru vælkomin at vera pyntaði hendan dagin.
 
20. des verður jólaguðstænastan fyri skúlan og dagstovnin í hósvík. Vit fara til gongu oman í kirkjuna kl 8.45.                                                                                Vit fáa jólagreyt tá vit koma aftur, so ongan matpakka við.
 
 
Ælabogastovan
Í Ælabogastovuni fáa vit vitjan av Ninus. Hon kemur, eins og undanfarin ár, heim við børnunum at vitja. Við sær hevur hon eina bók, har tit skulu skriva hvat ið hon hevur upplivað ímeðan hon hevur verið hjá tykkum. Tað lesa vit so í samlingini dagin eftir.                                                                         Vit hava roynt at hugt oman á Sand teir seinastu dagarnir, fyri at vita um vit síggja nakran jólamann, men enn hava vit ongan sæð. Vit ætla okkum oman har at leita, vónandi finna vit hann…
 
 
Spírin
Í Spíranum verður aftur jólakalendari. Vit skiftast um at lata lúkuna upp og allarhelst verður okkurt spennandi innanfyri. Vit fara at hoyra framhaldssøgu og syngja jólasangir. Framhaldssøgan í ár er spildur nýggj og tað er Ingun Christensen ið hevur skrivað. Bókin eitur ”Marin og Hjartavætturin”
 
 
Mánastovan
Í Mánastovuni verður jólasamling hvønn morgum um 10 tíðina. Vit fara at hoyra onkra jólasøgu og syngja jólasangir.                                             
Okkara hugnaliga smátta í garðinum, er pynta og har fara vit eisini at halda til. Kanska onkur vættur verður at síggja.                                                        Í viku 49 hava vit matviku í mánastovuni, so ongan matpakka. Men 50,-

,                                                                             

 
Vit fara í jólaferiu 21 desember og lata upp afur mikudagin 2 januar
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár og gleða okkum til eitt 2019 við nógvum spennandi og mennandi avbjóðingum.
                                         .
 
 


Kommentarer er lukket.

    Savn

    November 2020
    September 2020
    August 2020
    Maj 2020
    April 2020
    Marts 2020
    Oktober 2019
    August 2019
    Juni 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017


Upplatingartíðir

Mán-Frí: kl. 07:00-17:00
  • Um stovnin
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Stevnumið
  • Hent at vita
  • Uppslagstalvan
    • Kunningarskriv
    • Leiðarin skrivar
  • Myndasavn
    • Mánastova
    • Ælabogastova
    • Spírin
    • Verkstaði
    • Felagsmyndir
  • Samband
  • Starv