Fyrra hálva árið í 2019, fara vit at arbeiða við einum felags projekti fyri allan stovnin. Aldurin á børnunum eru heilt frá 9 mánaðum til 9 ár, so tað verður sjálvandi sera ymiskt hvussu tað verður arbeitt í teimum ymisku stovunum. Men tað verður tikið støði í tí einstaka barninum. Høvuðsyvirskriftin á projektinum er Hósvík. Vit fara at hyggja rundan um okkum, hvør eri eg og hvar komi eg frá og hvat hevur Hósvíkin at bjóða. Vit fara at læra um staðarnøvn, læra nýggjar sangir og eisini fara vit at læra um sagnir ið hava sín upprunað í Hósvík. Samstundis sum vit arbeiða við hesum, fara vit eisini at arbeiða við menningarætlanini. Menningarætlanin hevur seks menningarøkir og tey eru: Persónligir førleikar: Sjálvsvirðing, sjálvsálit, sjálvskensla, seta mørk fyri sær sjálvum og øðrum, samanspæl, duga at síggja samanhang, sjálvhjálpni, skapanarevni Sosialir førleikar: Samskifti, innlivan, tvístøður, spælireglur, vinir, samstarv, umsorgan, taka initiativ, siga frá Málslig menning: Talumál, Kropsmál, úttala, andlitsbrøgd, Skilja hugtøk, seta orð á kenslur, seta orð á tað tú sær, at føra eina samtalu Náttúrutilvitan: Árstíðir, djór, plantur, veðrið, sjógvur og vatn, umhvørvið Kroppur og rørsla: grovrørslur, fínrørslur, kenna kroppin, sansir, kostur Mentan og virðir: Føroysk mentan, onnur mentan, staðbundin mentan, sangir- rím og skjaldur, dans, sjónleik, tekna og mála, søgur og sagnir Februar: Tema: “Hans Andrias Djurhuus”. Mamma Hans Andrias var úr Hósvík, so eitt sindur eiga hósvíkingar í honum. Vit fara at tosa um hann og at syngja nakrar av hansara sangum til samling um morgnarnar og eisini til felags samlingina fríggjamorgun. Eitt hefti er gjørt við teimum sangunum; ið vit hava valt. Eisini fara vit at kvøða “Burtur á Heiði” og “Veturin kom við kulda og kava” Fríggjamorgunin 22. Feb, kemur omman hjá Eyðrun og Vagni, at kvøða við okkum. Mars: Tema: “Hvør eri eg?” Her seta vit fokus á hvørji vit eru. Hvar vit koma frá, hvussu síggja húsini hjá okkum út, hvat er mín yndismatur, eigi eg nakað húsdjór Apríl: Tema: “Søgur og sagnir úr Hósvík” Í Hósvík eru fleiri spennandi sagnir og so eiga vit eisini onkran spennandi rithøvund. Tað fara vit at gera eitt sindur burturúr. Mai: Tema: “Nærumhvørvið” Her fara vit at ganga nógvar túrar til ymisk navngivin støð í Hósvík. Vit fara eisini at kanna hvussu vinnulívið sær út Juni: Í Junimánað taka vit saman um tað ið vit hava lært. Vit enda við einum Summartiltakið har vit bjóða inn til eina frammsýning av øllum tí vit hava lært og gjøggnum gingið. Eisini bjóða vit kaffi við onkrum leskiligum afturvið. Kommentarer er lukket.
|
Savn
Marts 2021
|