Veðrið var kanska ikki av tí allarbesta tá vit settu kósini norður til Nesvíkar, men lagið var gott og vit vóru væl ílætin,so tað var líka mikið.
Tá vit komu har til, fóru vit at spæla eina løtu áðrenn vit skuldu eta matpakka. Spæliplássið er væl útgjørt og so hava tey eina STÒRA hoppipútu eisini, har fingu vit fleiri tímar at ganga. Ímeðan vit ótu matpakkan, kom Danny, frá Danny and the Veetos, at syngja saman við okkum. Aftaná skrivaði hann autografar og onkur fekk tikið mynd saman við honum eisini. Aftaná sloppu Spírabørnini at rógva í hylinum. Tað var ársins hjá teimum. Kl 13 komu nakrir EB-streyma leikarar at spæla bólt við okkum og løtu seinni kom bamsuvinurin at vitja. Áðrenn vit vistu av, var klokkan 15 og foreldrini byrjaðu at koma til kaffi og kaku. So skjótt gongur tíðin tá man hevur tað stuttligt....Ein deiligur dagur í Nesvík var at enda komin. Kommentarer er lukket.
|
Savn
November 2020
|