Fríggjadagin 8 juni fara allir dagstovnarnir í Sunda kommunu til Nesvíkar. Hugskotið er at samansjóa børn og starvsfólk og at fáa ein stuttligan dag saman. Børnini skulu hava ein góðan matpakka, ein vatndunk og skiftiklæðir við. Hetta skal vera í einum ryggsekki. Tað er til sera stóra hjálp um navn er á øllum. Vit fara úr Hósvík kl. 10 Kl. 13 fáa vit Bubu á vitjan. Hann kemur at gykla og syngja fyri og saman við okkum. Frá kl. 15 til 16.30 bjóða vit til foreldrakaffi. Vit vóna at veðrið verður gott, nú eru vit so forvand, tí ætlanin er at vera úti allan dagin. ùtiumstøðurnar eru sera góðar í Nesvík Ynskiligt er at børnini blíva heintaði har. Sigi frá um tað ikki ber til. Vinarliga Hervør N Leiðari 297255 Kommentarer er lukket.
|
Savn
November 2020
|